Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólakonsertin í Christianskirkjuni

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Fyri 52. ferð skipaði Klaksvíkar hornorkestur fyri jólakonsert í Christianskirkjuni, sunnukvøldið 18. desember – hesaferð saman við Kórinum í Christianskirkjuni.

Fyri 52. ferð skipaði Klaksvíkar hornorkestur fyri jólakonsert í Christianskirkjuni, sunnukvøldið 18. desember – hesaferð saman við Kórinum í Christianskirkjuni.

Fyri mongum er hetta rættiliga byrjanin uppá jólini, at hoyra Klaksvíkar hornorkestur spæla ”Eg rósu upp sá næla”, ”Føgur er foldin”, ”Her koma Jesus tíni smá” ella hoyra Kórið syngja ”Ver vælkomið Harrans ár”, ”Jól Hava einglaljóð”, ”Oh, du frøliche” og allar hinar.

Og ikki minni tá ið øll í felag syngja saman við Klaksvíkar hornorkestri ”Gleðilig jól”, og bert brennandi kertuljósini eru tendrað – Ja, tá stunda jólini til.

Í steðginum millum Klaksvíkar hornorkestur og Kórið í Christianskirkjuni hevði Marjun Lómaklett, sóknarperstur eina andakt, har hon eisini prísaði sanginum og tónleikinum.

Ikki kann sigast annað, enn at henda konsertin er vorðin ein traditión ella institutión, sum er ein av hornasteinunum ella ýtunum til, at nú er skjótt jól – nú Klaksvíkar hornorkestur hevur skipað fyri jólakonsertini fyri 52. ferð. Ein frálík konsert.

Gleðilig jól!