Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaskipið – mikukvøldið kl. 18.00

Oliver Joensen

Jólaskipið kemur mikudagin kl. 17 á Leirvík og kl. 18 á Klaksvík

Stóra tiltakið við Jólaskipinum, sum øll børnini bíða eftir, verður veruleiki nú mikudagin. Klokkan 17 verður skipið á Leirvík og kl. 18.00 verður tað á Klaksvík.

Skipið leggur at niðanfyri Fornminnasavnið kl 18.00, Jólamenninir koma í land og pallur verður niðanfyri Spaniastovu, har undirhald verður og ikki minst fáa børnini pakkar frá jólamonnunum.

Í hesum sambandi verður eisini funnið fram til hvør skal fáa Ársins Rósu í ár.