Eysturjútska løgreglan hevur í nátt leitað á havnarlagnum í Grenaa eftir manninum, sum er eftirlýstur í sambandi við álopið í Berlin mánakvøldið.
Eysturjútska løgreglan hevur í nátt leitað á havnarlagnum í Grenaa eftir manninum, sum er eftirlýstur í sambandi við álopið í Berlin mánakvøldið.
Tyrlur, hundar og eitt stórt tal av politistum hava í gjárkvøldið og í nátt leita á havnarlagnum í Grenaa, eftir at ein fráboðan kom um 22:30 tíðina í gjárkvøldið um, at eftirlýsti Anis Amri var sæddur á havnarlagnum. 24 ára gamli Anis Amri úr Tunis er undir illgruna fyri at standa aftanfyri álopið á jólamarknaðin í Berlin, mánakvøldið.
Bilar, lastbilar og Stena Line-ferjan sum skuldi sigla til Svøríkis klokkan 1 í nátt vórðu kannað, men leitingin gav einki úrslit.
“Tað er einki sum bendir á, at eftirlýsti maðurin er í Grenaa,” sigur løgregluovastin, Klaus Arboe Rasmussen í eini fráboðan eftir leitingina.
Týsku myndugleikarnir hava lovað 100.000 evrur í finningarløn fyri Anis Amri. Álopið í Berlin kostaði 12 fólkum lívið og næstan 50 vórðu særd.




