Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strandferðslan roknar við broytingum

Helgi Abrahamsen

Í sambandi við at boðað verður frá ringum veðri teir komandi dagarnar, ger Strandferðslan vart við, at roknast kann við avlýsingum og broytingum hjá bæði Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum.

Í sambandi við at boðað verður frá ringum veðri teir komandi dagarnar, ger Strandferðslan vart við, at roknast kann við avlýsingum og broytingum hjá bæði Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum.

Tað er longu greitt, at Smyril bert siglir ein dupulttúr í morgin; farið verður av Krambatanga klokkan 7 og av Havnini aftur klokkan 16. Aðrar broytingar eru ikki gjørdar enn, men væntast kann, at broytingar og/ella avlýsingar fara at koma.

Strandferðslan heitir tí á ferðafólk um at kunna seg væl um ferðsluna á heimasíðuni www.ssl.fo ella umvegis sms-skipan ella rutuupplýsing á tlf. 343030.

Eisini verður heitt á tey, ið ætla at fáa farm førdan millum oyggjarnar, um at seta seg í samband við farmastøðirnar skjótast til ber. Kunning um farmastøðirnar sæst her: http://www.ssl.fo/fo/farmur/samband/