Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil Danmark rinda fyri Grønlendska sjálvstýrið?

Helgi Abrahamsen

Limirnir hjá Danska Fólkaflokkinum í Grønlandsnevndini vilja hava Fólkatingið at viðgera fíggingina av grønlendska sjálvstýrinum. Teir hava tí sett forsætismálaráðharranum ein fyrispurning um tað.

Limirnir hjá Danska Fólkaflokkinum í Grønlandsnevndini vilja hava Fólkatingið at viðgera fíggingina av grønlendska sjálvstýrinum. Teir hava tí sett forsætismálaráðharranum ein fyrispurning um tað.

Danski forsætismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skal svara einum fyrispurningi um grønlendsku stjórnarskipanina, og um hvørja støðu stjórnin hevur til at skula ”rinda fyri ferðina ímóti grønlendskum sjálvstýri”. Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Tað eru limirnir hjá Danska Fólkaflokkinum í Grønlandsnevndini hjá Fólkatinginum, sum hava reist spurningin til forsætismálaráðharran. Teir vilja millum annað hava at vita, í hvønn mun Danmark ætlar at fíggja eitt møguligt grønlendskt sjálvstýri. Eisini verður forsætismálaráðharrin spurdur um sína støðu til ætlanina um at gera eina grønlendska stjórnarskipan, ið skal lýsa Grønland sum sjálvstýri.

Spurningarnir verða reistir í kjalarvørrinum av, at landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Vittus Qujaukitsoq, herfyri kallaði danir hástórar í samstarvinum við Grønland.

Vanliga ganga millum 4 og 5 vikur frá tí at Fólkatingið góðtekur ein fyrispurning, til hann kemur til viðgerðar í Fólkatingssalinum.