Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óhugnaliga hart veður á jólum

Oliver Joensen

 Hóast veðrið her í Klaksvík ikki var av tí harðasta, tá hann snaraði um lágan vestan, so tøraði fyri inn eftir Vágni á Vesturættini og møguliga var hann hægri.

Á Norðlýsinum sluppu vit heldur ikki undan, eitt skamlop í skipanini á redaktiónini gjørdi at vit máttu sløkkja niður og ikki fyrr enn í dag er tað fingið so í rættlag at til ber at arbeiða trygt.

Ein túrur við myndatólinum í dag, leggur nakrar myndir afturat mydunum hjá Dávi Winther. 

Tað sum vit løgdu til  merkis á túrinum í dag var, at sera nógv hevur ligið kring um á havnaøkinum í Klaksvík so helst er nógv av hesum eisini orsøk til skaðar har og í býnum.

Her myndir afturat frá í dag: