Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Michael á Kyrjarheyggi – Kál – farin

Líggjas

“Maður kemur í mans stað”, sigur orðatakið. Men nú Kál er farin um sýn, er eingin at koma í hansara stað. Hann var so fjøltáttaður og fevndi so víða. Var fulltikin maður á so mongum økjum: sum fiskimaður, sum handverkari, sum grótmaður og kanska fyrst og fremst sum bjargamaður.

2. juli 1923 – 18. desember 2016

“Maður kemur í mans stað”, sigur orðatakið. Men nú Kál er farin um sýn, er eingin at koma í hansara stað. Hann var so fjøltáttaður og fevndi so víða. Var fulltikin maður á so mongum økjum: sum fiskimaður, sum handverkari, sum grótmaður og kanska fyrst og fremst sum bjargamaður.

Og hann teknaði og hann yrkti og skrivaði, var livandi áhugaður fyri náttúruni og tí, sum í henni rørdist. Hann var ein sannur fróðarmaður, og søgukønur sum fáur.

Kál var lítillátin og gjørdi lítlan háva av sær, men hann var ein megnar maður, sum verður nógv saknaður av mongum.

Tann nýggja tíðin fostrar ikki slíkar menn sum Kál. Nú á døgum skulu øll gerast serfrøðingar í onkrum; tey skulu vita alt, sum vert er at vita, um okkurt ávíst; men ofta vita tey lítið um heildina.

So fjølbroyttur maður, sum Kál var, verður hann minstur fyri so mangt. Men eg haldi, at tað vóru avrikini í bjørgunum, sum hann sjálvur setti hægst. Eingin ivi kann vera um, at hann var ein av størstu bjargamonnum, sum vit vita um.

Kál var føddur og vaks upp á Viðareiði. Hóast hann flutti til Klakksvíkar longu sum 20 ára gamal, var hann kortini fult og heilt viðingur til sín doyggjandi dag.

Kál giftist í 1953 við Odnu Joensen úr Vági, Klakksvík, og tey búsettust í Klakksvík.

Børn teirra vóru Heðin, føddur í 1954, giftur og búsitandi í Brasilien og Súsanna, fødd í 1964, gift og búsitandi í Hvannasundi.

Konan doyði í 2005, og síðani hevur Kál fyri tað nógva búð einsamallur í húsi. Tó var hann til endans eitt skeið á røktarheimi.

Tað var ikki fyrr enn nú á gamalsaldri, at vit báðir komu rættiliga at kennast og gjørdust vinmenn. Eg fari at sakna hendan merkismann.

Hansara viðurskifti við hin Almáttuga vóru avklárað; hann helt seg til Brøðrasamkomuna og varð borin út úr Betesda tann 18. desember Friður verði við minni hansara.

Líggjas

Hjálagdar eru 2 yrkingar eftir Kál og yrkingin “Bjargamaðurin”, sum var yrkt til heiðurs fyri Kál, tá ið hann fylti 90.

Summardimmið Hin gamli kirkjugarðurin

Tá dimmið yvir oyggjar seyg Gekk inn á gamlan grevstrarstað,

og lotið kendist milt, grasgrógvin leiðir tøtt á rað,

í kvirru náttarfuglur fleyg, har grivin vóru tey ein dag,

tá alt var deyðastilt nú gloymd og ókend undir flag.


Eg minnist slíka summarnátt, Tey føddust, livdu og so deyð,

tá slotandi eg sat, ei annað vita vit um tey .

at hoyra skráp í lofti hátt Hvat lív og lagna teimum beyð

so hulisliga læt. av gleði, stríð, av sorg og neyð .


At hoyra snípu stoyta seg Teir fullu handan bjørg og skørð

so brummandi eitt lag, og vunnu ei upp slættan fjørð,

tá hon var aftur upp á veg, ja lagnan var so mongum hørð,

eitt annað ljóð var tað. men hesi fingu vígda jørð .


Alt durvaði í náttarró Her grivið varð mong hundrað ár .

og havið deyðakyrt, Tá sorgin pínandi so svár,

men áartutl og fjørusjóð, man runnið hava sorgartár .

har verður aldri kvirt. Men tíðin lekir eitt hvørt sár .


Eg lýddi á tey ljóð so mong

sum náttin til mín bar,

til aftur hoyrdi fuglasong,

tá dimmalætting var.

Bjargamaðurin

Líggjas yrkti til Kál á 90-áradegnum

Bóndin á heimrustum trívist væl,

tryggur er búfastur maður,

fjálgar um vívið og ættartal;

so dettur av degi dagur .


Men summir kundu ei binda frið,

ei trivust við heimaból,

stundaðu á okkurt hægri mið,

sum mjørkin í erva fjól .


Hástórir tindar mót loftinum peika,

– ætt eftir ætt fór framvið –

hjá monnum fer eggjaður hugur at reika

og hómar tey háfloygdu mið .


Ein frumgivin tráan, sum íbirt av gandi,

dráttur mót hæddum so vøkrum,

longsul at taka tað moykenda landið,

sum ikki er nomið av nøkrum .


Lokkaði bergið, sum fyrr eingin tók;

sum fuglurin maður á brøttum,

hann vann seg upp eftir mjáu rók

og endaði uppi á sløttum !


Ódoyggjandi heiður tað djørvum gav,

meðan minnið um hinar sveik .

Men enn standa drangar og bjóða av

og erta til bragdarleik !


Í huganum rørist ein ófriðarond

– ein andi frá upphavi førdur –

enn eru skorar og ónomin lond

hvørja moydómur ikki er rørdur.