Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað fer at minka seinni

Hanus Kjølbro

Miðdepilin í lágtrýstinum, sum er atvoldin til vindin, er beint norðan fyri Ísland. Hann sæst ikki so væl á myndini.

Men kuldabrúgvin sæst ógvuliga væl á myndini buktandi av Norðureysturlandinum fyrst ímóti Føroyum, síðan í ein útsynning. Aftari kanturin er skarpur á at líta, tað er tá at vindferðin er nógv og regnið eisini.

Alt tað gráa økið er eitt stórt regnøki. Vestan fyri regnøkið trýstir køld luft á heita luft. Í tí kalda økinum er nógv klárari veður. Skarpi kanturin er sjálv kuldabrúgvin. Har er tað ringasta veðrið – bæði hvat viðvíkur regni og vindi.

Tá ið kuldabrúgvin fer fram við Føroyum um midnáttarleitið, fer ættin upp ímóti vestri. Ein tíma ella so seinni fer vindurin at minka eitt sindur, og regnið fer eisini at minka.

Men teir næstu tímarnar mugu vit enn einaferð geva tol.