Í hesum døgum fordeila há- og lágtrýst júst øvugt av tí, sum vit hava verið von við seinastu tíðina.
Vanliga er hesa árstíð, at hátrýst eru yvir Grønlandi og Skandinavia, og at lágtrýstini finna sær ein geira at flyta seg eystureftir ímillum hesi hátrýst. Soleiðis vóru viðurskiftini, tá ið øll 5 (!) lágtrýstini við illveðri gjørdu um seg í Føroyum frá 20. til 29. desember. Tey hildu øll 5 ikki júst somu leið, men tey leitaðu sær ímillum omanfyrinevndu hátrýstini.
Nú er alt Norðuratlantshav eitt stórt hátrýstøki. Lágtrýstini, ið standa upp við leiðirnar við Nýfunnland, sleppa ikki vestur í hav fyri hesum hátrýsti. Tí mugu tey finna aðra leið. Og tað gera tey eisini.
Nøkur fara suðurum og ferðast ímóti Miðalhavinum. Tey fara vit ikki at leggja merki til her í Føroyum. Hini fara norður um hátrýstið – t.e. fyrst beint norður Baffinvíkina, sum er ímillum Grønland og Kanada, so beint tvørtur um Grønland. Tey koma so aftur í havøkið við Jan Mayen og flyta seg haðani í lágan eystan til í móti Noregi. Tá fara vit at leggja merki til tey – serliga vestursíðuna av teimum við høgætt og kulda.
Hvussu leingi myndin soleiðis fer at venda øvugt, vita vit ikki. Men helst verður veðrið í vikuni myndað, sum omanfyri er nevnt.




