Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svínoyingur keypt smoltstøðina í Svínoy

Helgi Abrahamsen

Sjúrður Jacobsen hevur keypt smoltstøðina í Svínoy frá Bakkafrost.

Sjúrður Jacobsen hevur keypt smoltstøðina í Svínoy frá Bakkafrost. Hetta hendir í sambandi við, at Bakkafrost hevur avgjørt at flyta smoltvirksemið í Svínoy til eina av hinum, nýliga útbygdu smoltstøðunum í Norðoyggjum. Tann tilgongdin er nú liðug, og smoltstøðin í Svínoy er seld.

Sjúrður Jacobsen, ið er sonur Bjarna Jacobsen, sum bygdi smoltstøðina í áttatiárunum, ætlar at brúka støðina til at ala føroysk rognkelsi.

“At virksemi heldur fram á smoltstøðini í Svínoy, er gleðiligt fyri fólkið í oynni, Bakkafrost og fyri føroyska samfelagið sum heild,” sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Hann sigur, at Bakkafrost leggur stóran dentur á, um til ber, at brúka føroyskar veitarar, har hesir eru kappingarførir, og tí fer Bakkafrost at fylgja væl við, hvussu gongst við hesi verkætlan at ala dygdargóð føroysk rognkelsi í Svínoy.

“Bakkafrost ynskir nýggja eigaranum bestu eydnu við støðini og vónar, at eitt gott framtíðar samstarv kemur burtur úr nýggja virkseminum til frama fyri nýggja eigaran, Bakkafrost og alt fólkið á staðnum,” sigur Regin Jacobsen.

Harleyfacadeacryl