Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigfríður er venjarin við flest royndum

Jákup Ósá

Hagtøl um Effovenjarar 2017: HB venjarin hevur flestar dystir sum høvuðsvenjari í bestu deildini í Føroyum.

HB hevur sett ein royndan venjara til kappingarárið í ár. Talan er um tann við flest royndum av øllum. 43 ára gamli venjarin hevur 260 dystir á baki sum høvuðsvenjari í bestu føroysku deildini. B36 er einasta liðið, ið hevur venjara við ongum royndum, meðan nýggja suðuroyarliðið væntandi setur útlendskan venjara við royndum, men ikki úr føroysku deildini.

Sigfríður er tann royndasti

Flest dystir sum høvuðsvenjari í Effodeildini:

1. Sigfríður S. Clementsen (HB)260 dystir

2. Trygvi Mortensen (07Vestur)207

3. Heðin Askham (EB/Streymur)181

4. Mikkjal K. Thomassen (KÍ)162

5. Pauli Poulsen (Skála)145

6. Sámal Erik Hentze (Víkingur)141

7. Jákup Mikkelsen (ÍF)45

8. Anders Gerber (NSÍ)27

Jákup á Borg(B36) hevur ikki verið venjari í Effodeildini áður, meðan eingin venjari er settur enn hjá Suðuroyðarliðnum, har talan mest sannlíkt verður um venjara við ongum royndum úr føroyskum fótbólti.

Kelda: FaroeSoccer

Komandi dagarnar fara vit at hyggja eftir fleiri hagtølum hjá venjarunum í Effodeildini 2017. 

Harleyfacadeacryl