Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rokning fyri eina milliard til Norðoyingar og Vágafólk

John William Joensen

Baði undanfarni- og núverandi løgmaður hava gjørt greitt at partapeningurin, sum løgtingið setti í Vága- og Norðoyatunnilin skal rindast aftur. Hetta merkir í veruleikanum at ferðslan í Vágum og Norðoyggjum, fáa eina eyka rokning frá løgtinginum, sum er ein milliard krónur – í minstalagið

Baði undanfarni- og núverandi løgmaður hava gjørt greitt at partapeningurin, sum løgtingið setti í Vága- og Norðoyatunnilin skal rindast aftur. Hetta merkir í veruleikanum at ferðslan í Vágum og Norðoyggjum, fáa eina eyka rokning frá løgtinginum, sum er ein milliard krónur – í minstalagið

Í løgtingslógini fyri Vága-og Norðoyatunnilin stendur umstrídda orðingin í lógartekstinum:

§1 – Stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.

Tað er púra greitt at upprunaliga merkingin av orðingini; ”útveganarkostnaðurin” merkir tann parturin, sum landið rindaði gjøgnum partapeningin og so lánsgjøldini, sum vóru rindaði gjøgnum bummgjaldi.

Hetta verður eisini undirstrikað í frágreiðing hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum er gjørd so seint, sum í 2014. Løgtingsgrannskoðararnir seta nevnuliga virði á tunnlarnar, tá teir verða avhandaðir landinum. Í frágreiðingini, sum viðgerð Vágatunnilin stendur skrivað:

…. avhendingarvirðið í mun § 1, stk. 4, í verklagslógini er sett til 160,3 mió.kr. ……

Hettar svarar til partapeningin, sum er í vágatunlinum og tá løgtingsgrannskoðararnir seinri í frágreiðingini viðgera Norðoyatunnilin, skrivað teir:

….. avhendingarvirðið sambært § 1, stk. 3 í verklagslógini er sett til 235 mió.kr. ….

Hetta svarar somuleiðis til virið á partapeninginum í Norðoyatunnlinum, tá lánini eru afturgoldin.

Milliarda roking til Vágar og Norðoyggjar

Men sambært løgfrøðiligari útlegging hjá undanfarna Løgmanni og sum sitandi Løgmaður tekur undir við, skulu Vága- og Norðuroyatunnilin ikki handast landinum, fyrr enn allur partapeningurin í báðum tunlunum er afturgoldin.

Hetta merkir at partafeløgini skulu halda fram at fíggja rakstur, íløgur og afturgjald av partapeninginum gjøgnum bummgjaldið. Søgan hjá tunnlunum vísir at tunlarnir hava kravt inn tað sum svarar til tríggjarferðir lánsgjøldini og tí skulu Norðoyingar og Vágafólk rinda meira enn einamilliard í bummgjøldum, eftir at lánini í tunnlunum eru útgoldin.

Um leisturin hjá Løgmanni skal fylgjast er stórur órættur gjørdur Norðoyingum og Vágafólki, tí tá sita øll onnur við einum vega- og tunnils kervið, sum landskassin hevur rindað 100% meðan Norðoyggjar og Vágarnar sita við tveimum landstunnlum, sum hesi landspartar hava rindað 100% – uttan eina krónu úr landskassanum.

Frágreiðingin frá landsgrannskoðarunum kann lesast her