Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn er vaksið við 90.000 eftir 5 árum

Helgi Abrahamsen

Yvir 292.000 ferðafólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn í 2016 og útlit eru fyri at enn fleiri fara at ferðast um flogvøllin í 2017.

Yvir 292.000 ferðafólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn í 2016 og útlit eru fyri at enn fleiri fara at ferðast um flogvøllin í 2017.

“Síðan 2011 er talið av ferðandi umvegis Vága Floghavn økt við 90,000 ferðafólkum. 292.393 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2016 og er hetta ein vøkstur á 5,8 % í mun til 2015.” Tað skrivar Vága Floghavn í einum tíðindaskrivi í dag.

Vága Floghavn væntar eisini vøkstur í 2017, og hetta byggja tey á, at umboð fyri føroyska ferðavinnu hava longu meldað út, at tey hava met nógvar bíleggingar í 2017.

”Atlantic Airways og Visit Faroe Islands hava gjørt eitt megnar arbeiði at fáa ferðafólk til Føroyar, og tey gera nógv fyri at tryggja føroyingum góðar møguleikar fyri at koma út í heim”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Stór framgongd í føroyskari flogvinnu

Umstøðurnar við flogvøllin eru nógv mentar seinastu árini, og eisini eru møguleikarnir at fremja flogvinnu til og úr Føroyum nógv mentir. Føroysk og útlendsk ferðafólk kunnu nú flúgva til fleiri ferðamál enn nakrantíð áður. Seinasta stóra frambroti var nýggi A320 hjá Atlantic Airways.

Men vøksturin setur eisini nøkur krøv til umstøðurnar við flogvøllin, og Vága Floghavn er tí farin undir arbeiði at útbyggja parkeringsøkið við umleið 400 parkeringsplássum, og eisini aðrar útbyggingar og umskipanir verða gjørdar við flogvøllin.

Fleiri flogfeløg

”Tilgongdin við at SAS í mars og Loganair í mai byrja flúgving til Føroya fer bert at styrkja um støðuna hjá føroyskari ferðavinnu. Bæði feløgini hava eitt stórt tilfeingi av ferðafólkum har sum tey frammanundan virka, og nú fáa hesi somu viðskiftafólk møguleikan at ferðast beinleiðis og óbeinleiðis til Føroya. Eisini gevur hetta føroyingum fleiri møguleikar at velja ímillum, tá ið føroyingar skulu ferðast út í heim” sigur Jákup Sverri Kass.

Hann vónar, at jaliga gongdin við at alt fleiri flogfeløg og flogtypur royna seg á flogvøllinum fer at halda áfram. Lufthansa, Wizzair og onnur feløg royndu flogvøllin fyri fyrstu ferð í 2016. 

“Arbeiði við at tekkjast flogfeløgum og arbeiði fyri, at onnur flogfeløg byrja fasta flúgving uppá Føroyar heldur eisini áfram í 2017,” sigur Jákup Sverri Kass.