Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anders Gerber og Heðin Askham hava flest stig

Jákup Ósá

Hagtøl um venjararnar í Effodeildini 2017: Anders Gerber(NSÍ) og Heðin Askham(EB/Streymur). Tað eru teir báðir venjararnir í Effodeildini, sum gjøgnum tíðina hava flest stig í miðal pr. dyst. Har skal tó havast í huga, at Anders Gerber bara hevur eitt kappingarár á baki, har hann vandi eitt lið, ið frammanundan var eitt topplið. Gerber er saman við Jákup Mikkelsen einastu venjari, ið hevur 50 ella færri dystir sum høvuðsvenjari í Effodeildini.

Les eisini: Sigfríður er venjarin við flest royndum

Flest stig pr. dyst sum høvuðsvenjari í Effodeildini:

1. Anders Gerber 2,04 stig í miðal pr. dyst

2. Heðin Askham 2,01

3. Sámal Erik Hentze 1,79

4. Mikkjal K. Thomassen 1,73

5. Sigfríður S. Clementsen 1,61

6. Trygvi Mortensen 1,34

7. Pauli Poulsen 1,32

8. Jákup Mikkelsen 0,96

Jákup á Borg(B36) hevur ikki verið venjari í Effodeildini áður, meðan eingin venjari er settur enn hjá Suðuroyðarliðnum, har talan mest sannlíkt verður um venjara við ongum royndum úr føroyskum fótbólti.

Kelda: FaroeSoccer

Harleywoodpaint