Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SønderjyskE kunngjørt Teit Jacobsen

Jákup Ósá

18 ára gamli føroyingurin fer komandi árini at royna seg í Superliguni.

Teit Jacobsen var fyrr í vetur og royndarvandi í danska felagnum SønderjyskE, og tá gekk so mikið væl, at SønderjyskE ynskti at gera sáttmála við unga føroyingin. 
Nú er sáttmálin komin uppá pláss og SønderjyskE hevur kunngjørt nýggjasta keypið. Talan er um trý og eitt hálvt ára langan sáttmála. Hetta er triði leikarin, sum HB missir í vetur. Frammanundan eru Christian R. Mouritsen og Arnbjørn Hansen farnir úr felagnum. 
Frammanundan er ein annar føroyingur eisini í SønderjyskE. 18 ára gamli Jóhan W. Høgnesen hevur í vetur spælt fleiri dystir á eykaliðnum hjá danska felagnum.
Harleywoodpaint