Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bara Bragd avreiddi í morgun

Jákup Ósá

Vánaliga veðrið í nátt gjørdi sítt til, at flestu av útróðrarbátunum ikki fóru avstað aftur í gjárkvøldið.

Bragd var einasti bátur, ið seldi í morgun. Hann hevði góð 4000 pund eftir túr norðanfyri. Nærum helvt um helvt av toski og hýsu. Dagurin í gjár royndist annars sera væl hjá øllum útróðrarbátunum í Klaksvík og nú verður spennandi at síggja, um tað var byrjanin til meira støðugt góðan fiskiskap, tá veðrið verður betri. Tí áðrenn jól lótu teir flestu útróðrarbátarnir illa at fiskiskapinum, hóast onkrir góðir túrar vóru inn ímillum.