KÍ skal spæla stórdystir bæði á Summarfestivalinum og á ólavsøku eins og liðið bæði byrjar og endar á heimavølli.
KÍ skal spæla stórdystir bæði á Summarfestivalinum og á ólavsøku eins og liðið bæði byrjar og endar á heimavølli. Ólavsøkudag verður klassikarin, tá HB tekur ímóti KÍ. Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at tey bæði liðini spæla landskappingardyst á ólavsøku. Meðan steypavinnararnir í 2016 fáa vitjan av føroyameistarunum 2016 á Summarfestivalinum.
1. umfar í EFFO-deildini sær soleiðis út:
NSÍ – EB/Streymur
Víkingur – B36
KÍ – Skála
HB – 07 Vestur
TB/FCS/Royn – ÍF
Seinasta umfar í fyrru hálvu verður spælt fríggjadagin 23. juni, og byrjað verður aftur fríggjadagin 21. juli, tá Víkingur og ÍF spæla fyrsta dystin í seinnu hálvu. Hinir fýra dystirnir í 14. umfari verða spældir sunnudagin 23. juli.
15. umfar verður spælt á ólavsøku, og tá vera tað gomlu risarnir í føroyskum fótbólti, HB og KÍ, ið Ólavsøkudag bresta saman í Gundadali. Ólavsøkuaftan spæla fær B36 vitjan av 07 Vestur.
15. umfar
TB/FCS/Royn – Víkingur (27. juli)
ÍF – NSÍ (27. juli)
SKála – EB/Streymur (27. juli)
B36 – 07 Vestur (28. juli)
HB – KÍ (29. juli)
Kappingarárið 2017 verður drúgt. Seinasta umfar í EFFO-deildini er á skránni leygardagin 21. oktober, men har afturat skulu fimm umfør í kappingini um Løgmanssteypið spælast, umframt at føroyska A-landsliðið skal spæla seks HM-undankappingardystir í hesum árinum.
27. umfar í EFFO-deildini:
Víkingur – EB/Streymur
KÍ – NSÍ
HB – B36
TB/FCS/Royn – Skála
ÍF – 07 Vestur
Øll kappingin sæst her: EFFO-deildin 2017 / Leikskrá




