Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ågot hevur rokfiskiskap á Flemish Kap

Jákup Ósá

Hjaltur Poulsen letur væl at fyrstudøgunum á Flemish Kap.

Ågot byrjaði at fiska á Flemish Kapfyrr í vikuni og hevur havt sera góðan fiskiskap, hóast lítiðvar á, tá teir drógu fyrsta stokkin, sigur skiparin Hjaltur Poulsen.

– Tað sá einki út fyrsta stokkin, távit drógu norð vestur av grót rygginum. Men so bleiv frægarinæsta stokkin og síðani hevur fiskiskapurin verið góður. Um einsamanber við stampar, so liggja vit um eini 500 pund uppá stampinog onkuntíð meir. Ein stokkur er sum fimm línur. Vit draga einstokk og so mugu vit steðga spælinum og arbeiða fiskin undan ádekkinum. Vit klára at frysta 12-14 tons um døgnið, um alt gongur væl, sum nærumbara er heysaður toskur, segði Hjaltur Poulsen í sendingini hjáNorðlýsinum á R7 seinnapartin.

Ågot tekur umleið 158 tons og viðeru 15 mans. Hoyr alla áhugaverdu samrøðuna, ið Oliver Joensengjørdi við Hjaltur Poulsen HER