Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-NSÍ í síðsta umfari vekir góð minnir í Runavík

Jákup Ósá

NSÍ endar á sama stað sum í 2007.

NSÍ fyllir 60 ár í ár og síðsti dystur er júst á sama stað, sum tá liðið fylti 50 og vann FM.

Í gjár bleiv kappingarskráin almenn fyri kappingarárið í ár. M.a. sæst, hvussu verður spælt í seinasta umfarinum. Og kanska serliga í Runavík gevur tað kanska eina eyka vón um nakað stórt. Í NSÍ hava røddir verið frammi um, at í ár skal eyka nógv leggjast fyri í toppstríðnum, tí felagið fyllir 60 ár og ynskir at gera tað sama sum felagið megnaði seinast, tá tað fylti runt. Og fyri fyrstu ferð síðani 2007, so skal NSÍ á seinasta leikumfari spæla í Klaksvík, har liðið í 2007 fekk handað føroyameistarasteypið. Av NSÍ liðnum sum vann í 2007, so eru Einar Tróndargjógv, Jann Martin Mortensen og Klæmint A. Olsen framvegis í hópinum.

Havna uppgerð í síðsta umfari merkir ofta FM

Í síðsta umfari er eisini grannauppgerð millum bæði havnarfeløgini. Hendan uppgerðin hevur ofta verið spæld á seinasta leikdegi. Tríggjar tær seinastu ferðirnar, tá hesi hava dystast í 27. umfarinum, so hevur annað av liðunum eisini vunnið føroyameistaraheitið hetta árið.

2014: B36-HB 1-2 (B36 FM)

2011: B36-HB 3-2 (B36 FM)

2010: HB-B36 2-1 (HB FM)