Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit mugu ikki lata nakað uttan vit púra greitt vita hvat vit fáa

John William Joensen

Jákup Petersen, sum hevur drúgvar royndir í Føroyska Heilsuverkinum, segði í samrøðu við Norðlýsið á R7, at framferðarhátturin, sum nýttur er tá álitið um Føroyska Heilsuverkið varð gjørt, er sera óheppin og skapar spjaðing og ótryggleika í Heilsuverkinum

Jákup Petersen, sum hevur drúgvar royndir í Føroyska Heilsuverkinum, segði í samrøðu við Norðlýsið á R7, at framferðarhátturin sum nýttur er tá álitið um Føroyska Heilsuverkið varð gjørt, er sera óheppin og skapar spjaðing og ótryggleika í Heilsuverkinum

Hóast hann ikki longur starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, er hann framvegis virkin sum lækni í Svørríki og í føroyska heilsuverkinum. Hann er kendur fyri ikki at leggja fingarnar í millum, tá hann sigur sína hugsan, og hann heldur at álitið um Heilsuverki, sum nú liggur á borðinum er óheppi.

Vit eiga ikki at verða bangin fyri einari leiðslu í Heilsuverkinum, tí hon kemur fyrr ella seinri. Men um sjúklingar og starvsfólk, skulu kenna seg trygg við eina tílíka tilgongd, so má arbeiðast uppá ein heilt annan máta at gjørt er í hesum førinum.

Ein stórur partur av teimum fólkunum, sum hava verið við til at smíðja hetta áliti hava ongantíð sett síni bein á eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahús. Og fleiri, sum eg havi tosað við, kenna tað sum varð viðgjørt í ymisku bólkunum, ikki aftur í álitinum.

Harafturat varð arbeitt sera loyniliga. Ikki fyrr enn álitið lág alment á borðinum, vistu tey, sum arbeiddu við hesum, hvat endaliga stóð í og tað er sera óheppið.

Neyðugt er við einari opnari tilgongd, so øll vita hvat tað er sum gongur fyri seg.

Eg haldið at Føroyska Heilsuverki átti at gjørt ein sáttmála við eitt stórt sjúkrahús í Danmark, Norra ella Svørríki, soleiðis at ábyrgdin av viðgerð og læknum lá hjá bestu serfrøðini í heiminum. Um føroyska Heilsuverki, var ein deild hjá einum tílíkum stórum sjúkrahúsið, so hevði tað óivað loyst ein stóran trupuleika við læknum.

Ein slík tilgongd, at samansjóða og uppstiga føroyska Heilsuverki, krevur at partarnir spæla við opnum kortum. Øll mugu vita hvussu langt arbeiði er komi og hvussu man flýtur. Umráðandi er at Klaksvíkar Sjúkrahús, sum hevur eitt gott útgangsstøði, far púra greitt at vit, hvat skal verða her í Klaksvík, áðrenn nakað verður latið okkum av hondum.

Eg dugi at síggja at neyðugt verður at tann akutta medisinska viðgerðin verður savnað á Landssjúkrahúsinum, tí hon er so krevjandi. Men hinvegin eru smærru sjúkrahúsini dugnaligari til at effektivisera tær sokallaðu planløgdu viðgerðirnar. Tað er óðamannaverk at vit í Føroyum avgera hvørja viðger fólk við krabbameini fáa. Fólk doyggja jú av hesi sjúkuni. Tí eiga vit at senda hesi beina leið av landinum, til bestu serfrøðina, og síðani kunnu tey koma aftur til Føroyar og fáa viðgerð her, eftir leiðbeining og undir ábyrgd av útlendskari serfrøði. Vit skulu nokk taka okkum væl av sjúklinginum,  men vit kunnu ikki lata tilvildina ráða, tá tað stendur um lív.

Sendingin var send beinleiðis fríggjadagin og samrøðuna gjørdu Helgi Abrahamsen og John William Joensen.

Hoyr samrøðuna her