Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárshálvmaraton: Marnar og Rigmor fyrst á mál

Treysti

Leygardagin skipaði Roysnið fyri árliga Nýggjárshálvmaraton. Starturin var sum vanligt nakað norðanfyri grótbrotið á vegnum oman til Funningsfjørð, og málið á Toftum. Renningin gekk væl at avgreið og veðrið var á heilt góðari leið, hóast eitt lot var ímóti mestsum allan teinin, nøkur smá æl og eitt sindur kølið hóast hann ikki var høgur.

Billede:
Beint eftir startin

Luttøkan bleiv góð og vóru tað nærum 70 tilmeldaði áðrenn byrjan. Tá avtornaði vóru tilsamans 65 rennarar sum komu á mál, 41 menn og 24 kvinnur.

Sum væntað so bleiv Marnar Djurhuus úr Treysti fyrstur á mál. Hann venur í løtuni málrættað til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar, og varð Nýggjársjhálvmaraton, tí ikki runnið við fullari megi. Hann og Eirikur Hansen úr Bragdið fylgdust annars nokkso leingi.

Billede:

Hjá kvinnunum varð tað eisini sum væntað Rigmor N. Arge úr Hvirluni sum vann. Hon rann eina heilt góða tíð. Henni næst kom Ella Áarstein úr Treysti.

Billede:
Ella Áarstein

Bestu tíðirnar í ár vóru hesar:

Hjá monnum:
1. 1.18.35 Marnar Djurhuus, Treysti
2. 1.18.45 Eirikur Hansen, Bragdð
3. 1.24.01 Cecil Weihe, Bragdið

Billede:
F.v. Eirikur Hansen, Cecil Weihe og Marnar Djurhuus

Marnar Djurhuus (Treysti) vann aldursbólkinum (1972-00), Cecil Weihe (Bragdið) vann veteranbólkin (1962-71) og Regin Zachariasen (Bragdið) vann superveteranbólkin (-1961)

Hjá kvinnum:
1. 1.32.27 Rigmor Napoleonsdóttir Arge, Hvirlan
2. 1.44.33 Ella Áarstein, Treysti
3. 1.46.01 Hergerð Heldarskarð, Bragdið

Billede:
Rigmor N.Arge og Jonhard Larsen

Ann-Mari av Skarði (Bragdið) vann aldursbólkinum (1972-00), Rigmor N. Arge (Hvirlan) vann veteranbólkin (1962-71) og Anna Sofía Kristiansen (Bragdið) vann superveteranbólkin (-1961).

Billede:
Ein vælnøgdur “debutantur” Rógvi Joensen

Øll úrslitini finnast her: Úrslit Nýggjárshálvmaraton 2017

Myndirnar hevur Jóannes N. Poulsen tikið.
Fleiri myndir, sum hann tók, eru at finna her: Nýggjárshálvmaraton 2017

Billede:
Heini Gregersen “førir an”

Billede:
Jonhard Larsen

Billede:
Bogi Bjarnason og Jan Matras

Billede:
Vatnposturin í Skálabotni eftir 5 km

Billede:
Guttorm Sørensen náddi málið, sum var undir 2 tímar 

Billede:
Yess!!! Ein vælnøgdur Rógvi fer um málstrikuna

Harleyfacadeacryl