Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 fær hendan útlendska profilin

Jákup Ósá

B36 fær ein av komandi døgunum væntandi munagóðan styrk.

B36 fær ein av komandi døgunumvæntandi munagóðan styrk.

Talan er um kendan leikara í felagnum.Tí nú ljóðar fyri vist, at 27 ára gamli danski Philip Lund kemur aftur til Føroyar og B36. Lund var í B36 í 2015, tá hannspældi 7 dystir, skoraði 4 mál og legði upp til 2 mál fyritáverandi føroyameistararnar. Skaðar hava mangan – og eisini í2015 – argað Philip Lund, men tá hann hevur spælt, so hava evniniverið eyðsýnd. Síðani 2015 hevur hann spælt í Malaysia og íNoregi. Philip Lund var vælumtókur millum B36 viðhaldsfólkini seinast hann var í Føroyum, sohetta er helst eitt keyp, sum verður vælumtókt í hvíta partinumav Gundadali.

Frammanundan hevur B36 styrkt seg viðChristian R. Mouritsen og Patrik Johannesen.  Harafturat kann nevnast, at Odmar Færø og Eli F. Nielsen, ið báðir vóru lyklaleikarar í 2015, eru tøkir frá byrjan av í ár. Teir spældu bara seinnu hálvu í fjør.