Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kloakkarbeiðið við Biskupsstøðgøtu

Orð og myndir: Dávur Winther

Vegbreytin yvirum Biskupsstøðgøtu við Fonn Flog, sum hevur verið avgrivin, er nú løgd aftur. Nógvar ymiskar leiðingar liggja í ovara borði, tí hevur grevsturin tikið eitt sindur longri tíð, enn ætlað.

Arbeiðið er vegna spillvatnsleiðing, sum verður løgd frá reinsiverkinum á Biskupsstøð niðan eftir Marknavegi, eftir Jørundsgøtu, Fjósabrekku og heilt norður á Garðavegin.

Um veðrið verður til vildar í komandi viku, verður nevndi partur av vegbreytini á Biskupsstøðgøtu asfalteraður aftur tá, sigur Vegadeindin hjá Klaksvíkar kommunu.


Tað er Sp/f á Brekku, sum ger hetta arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.