Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NÝTT HOLD BYRJAR Í VØGGUSANGI LEYGARMORGUNIN, 14. JANUAR, kl. 10.00.

Tidindaskriv

Vælkomin til Vøggusang í Christianskirkjuni leygarmorgunin 14. januar kl. 10.00.

Øll pinkubørn 0-1 ár eru vælkomin saman við foreldrum til vøggusang – vit syngja við børnunum og gera rørðslur til, nýta sápublørur til onkran sang, og nýta ymiskt ljóðføri – alt hetta hóar pinkubarninum sera væl, og hevur stimbrandi og mennandi ávirkan á pinkubarnið – .

Vøggusangurin varar uml. 40 minuttir, síðani fáa vit morgunmat í kirkjukjallaranum og hugna okkum saman.

Faldari um vøggusang er í forkirkjuni í Christianskirkjuni – vælkomin at fáa tykkum ein faldara um vøggusang – .

LEYGARMORGUNIN, 14. JANUAR, KL. 10.00 OG ANNAÐHVØNN LEYGARMORGUN FRAM TIL 06. MAJ – HJARTALIGA VÆLKOMIN TIL VØGGUSANG KL. 10.00 – .”