Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur leikari kunngjørdur á Skála

Jákup Ósá

Talan er um fyrrverandi U21 landsliðsleikara.

Talan er um fyrrverandi U21 landsliðsleikara.

Les eisini: U21 landsliðsleikari skiftir felag

Fyri eini viku síðani skrivaði Norðlýsið, at 22 ára gamli Leivur Joensen fór at skifta til Skála eftir at hann annars bara hevur umboðað barndómsfelagið ÍF í vaksnamannadeildunum. Nú hevur Skála kunngjørt nýggja leikaran. 

Skála skrivar soleiðis:

Tann ný lokali Leivur Joensen hevur skrivað undir við Skála. Tað er eyðsýnt at trivnaðurin í EFFO hópinum hjá okkum er nakað sum spælarar uttanífrá hava eyðmerkt. Tað eru nógv smíl og góðar søgur sum seta ein jaligan dám rundanum hópin. Ein sum hevur verið tætt tilknýttur fleiri av leikarunum í hópinum, er Leivur Joensen, sum alt sítt lív hevur spælt við barndómsfelagnum ÍF. Leivur, sum er hálvur Skálamaður, er fluttur til Strendur at búgva. Hetta gjørdi tað púra nátturligt hjá honum at flyta til Skála at leika og tað fegnast vit um.
Leivur Joensen, ið er 22 ár, hevur umboðað føroyska U21 landsliðið 6 ferðir.