Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andrew av Fløtum venur við fullari ferð við HB

Jákup Ósá

37 ára gamli álopsleikarin er aftur at síggja í Gundadali.

Men hann sigur, at fyribils liggur ikki í kortunum, at hann ger nakað comeback.

HB hevur vant í næstan tvær vikur og millum teir, ið hava vant alla tíðina, er HB veteranurin Andrew av Fløtum, ið alment takkaði fyri seg sum leikari á hægsta støði fyri einum ári síðani. Nú byrjar HB eitt sindur av nýggjum við nýggjum venjara, og m.a. er Levi Hanssen byrjaður aftur. Eins og Andrew, so spældi hann ikki í fjør. 37 ára gamli veteranurin vil tó ikki tosa um nakað comeback enn.

– Eg venji við fullari ferð, men tað er ov tíðliga at tosa um nakað comeback. Fyrst má eg venja so at eg komi niður á eina vekt á 85 kilo. Ikki fyrr enn tá veit eg, um eg eri førur fyri at spæla aftur, sigur Andrew av Fløtum.

Andrew av Fløtum hevur bara umboðað HB í Føroyum og er skrásettur fyri 34 A-landsdystir.