Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umboðsráðið í LÍV

Frímund Hansen

Eg havi valt at stilla upp til umboðsráðið í LÍV, tí at eg eri góður við LÍV. Og tí at eg eri av tí áskoðan at tað er sera umráðandi, at vit hava eitt gott Føroyskt Lívstryggingarfelag, sum innskjótarin eigur, hevur ávirkan á og ikki minst, hevur innlit í.

Eg havi valt at stilla upp til umboðsráðið í LÍV, tí at eg eri góður við LÍV. Og tí at eg eri av tí áskoðan at tað er sera umráðandi, at vit hava eitt gott Føroyskt Lívstryggingarfelag, sum innskjótarin eigur, hevur ávirkan á og ikki minst, hevur innlit í.

Lívstrygging er at umsita pengingin hjá innskjótara á ein tryggan hátt. Tað er av størsta týdningi at peningurin er settur trygt har, ið vágin er avmarkaður og er deildur yvir ymisk góð íløguøki.
Vági og avkast hanga ofta saman, men mín áskoaðan, á tí økinum, er at vágin skal haldast á so lágum og tryggum støði, sum nú einaferð til ber. Tá er avkastið kanska heldur ikki tað stórsta, men so er enn meiri umráðandi at føstu rakstrarútreiðslurnar verða hildnar í tøttum snóri, og ikki sleppa at vaksað ótálmaðar.
Við góðari kunning, góðari tænastu og við góðum og støðugum avkasti til limirnar, skal LÍV verða eitt tilval heldur enn eitt frával hjá verðandi og komandi limum.
Har ið tað gevur meining, og tað meini eg at tað í nógvum førum ger, eigur LÍV at verða virkið í føroyska samfelagnum. Eigur at bjóða seg fram at fíggja almennar og hálvalmennar samfelagsgagnligar verkætlanir. Saman við øðrum at fíggja eina fjøltáttaða íbúðarbygging í Føroyum.
Eg eri, sum sjálvstøðugur vinnurekandi, ikki limur av nøkurm fakfelag ella nøkrum felagsskapi, sum kann tillaga mínar meiningar og avgerðir. Eri tí fríur og frælsur at umboða limirnar so erliga, sum eg nú einaferð eri førur fyri.
Eri 51 ára gamal føroyingur uppvaksin í Klaksvík og búðsitandi í Tórshavn. Eri giftur og eigi fýra børn í aldrinum 11 til 19ár. Havi altíð arbeitt í privata partinum av vinnulívinum og størra partin av tíðini í leiðandi starvi.

Við at velja meg lovi eg at umboða tykkum væl.
Frímund Hansen er eitt gott val.