Miðflokkurin hevur heitt á landsstýrismálanevndina um at taka til viðgerðar kæru um, at løgmaður hevur lýst stk. 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at vera yvirtikið málsøki.
Miðflokkurin hevur heitt á landsstýrismálanevndina um at taka til viðgerðar kæru um, at løgmaður hevur lýst stk. 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at vera yvirtikið málsøki.
Flokkurin vísir á, at løgmaður við kunngerð, lýst í bløðunum, og fráboðan í kunngerðarblaðnum hevur boðað frá, at hann, uttanum Løgtingið, hevur lýst grein 14 stk. 2 í hjúnabandslógini at vera yvirtikið og lagt tað undir málsræðið hjá mentamálaráðharranum.
“Við hesum setur løgmaður seg yvir fólkavalda og lóggevandi vald føringa og stýrisskipanin okkara, sum í grein 46 nágreinar, at mál bert kunnu yvirtakast sambært løgtingslóg,” sigur Miðflokkurin.
Flokkurin vísir á, at hvørki stýrisskipanarlógin ella aðrar lógir heimila løgmanni einsamøllum, ella løgmanni saman við donskum myndugleikum at taka avgerðir um yvirtøkur. Heldur ikki finnast lógarheimildir, ið geva løgmanni ella øðrum myndugleikum rætt at tulka ikki yvirtikin mál til yvirtikin at verða.
“Slíkar royndir at trumfa sín vilja ígjøgnum eru óhoyrdar í okkara demokratiska heimsparti og mugu metast at verða tað nærmasta vit í Føroyum eru komin valdsmisnýtslu,” sigur Miðflokkurin.
Midflokkurin heitir tí á landsstýrismálanevndina um at kanna og lýsa málið út í æsir, so øllum gerst greitt, at løgmaður her hevur sett seg yvir løgtingið og harvið hevur forbrotið seg móti evsta valdi føringa.
Í samrøðu við Kringvarpið í farnu viku segði løgmaður, at fyri honum snýr málið seg ikki um at yvirtaka eitt málsøkið, men um at tulka, um innihaldið í hesi lógargrein hoyrir til málsøkið “Persóns-, húsfólka- og arvarætt,” sum ikki er yvirtikið, ella málsøkið “Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni viðvíkjandi trúarsamfeløg,” sum er yvirtikið.




