Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Missiónsvika í Leirvík

Helgi Abrahamsen

Hetta er tíðin, tá missiónshúsini skiftast um at hava missiónsvikur. Hesa vikuna er missiónsvika í Leirvík, og evnið hesaferð er “synd og náði”.

Hetta er tíðin, tá missiónshúsini skiftast um at hava missiónsvikur. Hesa vikuna er missiónsvika í Leirvík, og evnið hesaferð er “synd og náði”. Byrjað var í gjár og hildið verður fram alla vikuna við hesi skránni:

Mánadagin 16. januar:
Bønarløta kl. 19:30

Týsdagin 17. januar:
Møti kl. 19:30
Tala: Leila Højgaard
Sang: Magni Christiansen

Mikudagin 18. januar:
Møti kl. 19:30
Tala Pól Johannesen
Kór: Argjakórið

Hósdagin 19. januar:
Møti kl. 19:30
Tala: Marin Elisabeth Poulsen
Kór: Sola Gratia

Fríggjadagin 20. januar:
Nátturði kl. 17:00
Familjumøti kl. 18:00
Tala: Hanus á Gørðum
Ungdómsmøti kl. 21:00
Tala: Alfred Olsen

Leygardagin 21. januar:
Bíbliutími kl. 10:00
við: Ásbjørn Jacobsen
Møti kl. 19:30
Tala: Hilmar Danielsen
Kór: KFUM & K kórið í Klaksvík
(innsavnan til andsarbeiðið hjá HM)

Sunnudagin 22. januar:
Gudstænasta kl. 11:00
Sunnudagsskúli kl. 13:30
Møti kl. 18:00
Tala: Regin Høgnesen
Kór: Heimligar kreftir
(innsavnan til Missiónshúsið)

Hálvan tíma áðrenn hvørt møti er bønarmøti og leygar- og sunnukvøld verður skipað fyri barnaansing. Møguleiki er eisini fyri samtalu og forbøn, stendur í skránni.