Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Theresa May: Ikki hálv inni ella hálv úti

Helgi Abrahamsen

“Vit skulu ikki vera hálv inni ella hálv úti.” Bretski forsætismálaráðharrin, Theresa May, hevur fyrr í dag lagt fram, hvørjar ætlanir stjórn hennara hevur í sambandi við at Bretland fer úr ES.

“Vit skulu ikki vera hálv inni ella hálv úti.” Bretski forsætismálaráðharrin, Theresa May, hevur fyrr í dag lagt fram, hvørjar ætlanir stjórn hennara hevur í sambandi við at Bretland fer úr ES. Málið segði hon vera at fáa ein javnsettan felagsskap millum eitt óheft Bretland og tey sum eru sameind í ES.

“Ikki ein lutvísur limaskapur í ES. Ikki ein atlimaskapur, ella nakað við at vera hálvt inni og hálvt úti. Vit royna ikki at finna eina skipan, sum onnur lond longu hava. Vit vilja ikki gera eina roynd at varðveita restirnar av einum limaskapi, sum vit fara úr,” segði Theresa May.

Røðan, sum mong hava bíðað við spenningi eftir, varð fyri løtu síðani hildin í Lancaster House í London fyri ovastu bretsku diplomatunum.