Nýggju leikararnir hjá KÍ og Víkingi komu flúgvandi frá byrjan í fyrsta veningardystinum.
KÍ og Víkingur leiktu ein undirhaldandi fyrsta venjingardyst í 2017.
Skal fyrsti venjingardysturin hjá KÍ og Víkingi brúkast sum barometur fyri Effodeildini 2017, so er gott í væntu. Tí vit fingu ein undirhaldandi dyst – í mun til árstíðina – við nógvum áskoðarum.
At talan var um dyst millum tey bæði bestu liðini í Føroyum í fjør gjørdi helst sítt. Men í Klaksvík hevur ein neyvan sæð so nógvar áskoðarar til ein venjingardyst í januar mánaða í nógv ár. Tað er helst tekin um, at bæði KÍ og Víkingur gera okkurt rætt. Tí eisini í steypafinaluni í fjør fingu tey bæði liðini savnað óvanliga nógv fólk. Heima áskoðararnir vóru í meiriluta fyri at síggja sínar steypavinnarar, men eisini nógvir Víkingar høvdu leitað sær til Klaksvíkar at fylgja sínum føroyameistarum. Á vøllinum var hondbremsan eisini slept. Bæði KÍ og Víkingur løgdu tann eyðkenda fysiska stílin á hillina hendan dystin, ið helst eisini var skilagott so tíðliga uppá árið, har vandin fyri skaðum kanska er eyka stórur, og áskoðararnir fingu ein fínan dyst, tá hugsað verður um, at liðini ikki hava vant nógv meir enn eina viku.
KÍ vann dystin 4-2. Sum heild var talan um ein rímiliga javnan dyst, har KÍ kanska átti munin leikliga. KÍ kom á odda, tá Hjalgrím Elttør legði innfyri til Páll A. Klettskarð, sum skoraði. Nýggi Víkinga álopsleikarin Adeshina Lawal fekk eina góða byrjan og fekk eftir trunkaspæl í KÍ brotssteiginum javnað til 1-1, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki skiftu liðini sum fráleið nógv út og hetta sá út til vera til fyrimuns fyri KÍ. KÍ koma á odda 2-1, tá gott innlegg frá Jóannes Bjartalíð fann Dion Splidt, sum fluktaði bóltin í málið. 3-1 bleiv, tá Dion Splidt legði innfyri, har Aksel B. Danielsen fekk tamarhald á bóltinum og skoraði sítt fyrsta mál á besta liðnum. Men Víkingur fekk minkað um munin. Innlegg úr vinstru endaði við, at innskifti Tonni Thomsen fekk skorað, og so var 3-2. Endaliga orðið fekk innskifti Albert Adu, tá hann eftir gott samanspæl við innskifta Steinbjørn Olsen fekk skorað í sínum fyrsta dysti fyri sítt nýggja felag eins og Adeshina Lawal og Dion Splidt. 4-2 var endaliga støðan.
Bæði liðini manglaðu fleiri leikarar. Hjá KÍ manglaðu m.a. Kristian Joensen, Hørður Askham, Ísak Simonsen, Henry Heinesen, David Langgaard og Atli Danielsen. Hjá Víkingi manglaðu m.a. Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus, Sorin Anghel og Andreas Lava Olsen.
KÍ byrjaði við hesum liðnum (3-4-3): Meinhardt Joensen – Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Jákup B. Andreasen – Sørmundur Kalsø, Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð, Ólavur Niclassen – Dion Splidt, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein. Seinni komu Hjalgrím Elttør, Tórur Justesen, Albert Adu, Steinbjørn Olsen, Mikkjal á Bergi og Aksel B. Danielsen á vøllin.
Víkingur byrjaði við hesum liðnum (4-3-3): Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Óla Kristian Jacobsen, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar – Filip Djordjevic, Adeshina Lawal, Hans Pauli Samuelsen.




