Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innrásin fingið danskan njósnara

VIVA Føroyar

Kendur danskur skemtari verður við í føroyskari innrás í Keypmannahavn

Leygarkvøldið 1. apríl gera føroyingar innrás í Keypamannahavn við sangi, tónleiki og undirhaldi. Amager Bio verður karmur um føroysku Innrásina. og á pallinum verður tónleikur og undirhald við Dynamit, Eyðun & Terja og Sjúrði Skaale.

Einhvør innrás hevur brúk fyri njósnarum, og nú hevur føroyska innrásina í Keypmannahavn fingið fatur á heimsins stuttligasta njósnara. Anders Lund Madsen, sum telist millum kendastu skemtarar og sjónvarpsvertir í Danmark, verður við í Innrásini í Amager Bio.

Anders Lund Madsen dugir at gera gjøldur burtur úr bæði sær sjálvum og føroyingum – sjálvandi við einum fittum skálkasmíli og blíðum eygnabrái. Anders Lund Madsen fer undir Innrásini í Amager Bio at hugleiða um føroyingar og Føroyar, sum hann javnan hevur vitjað í lívi sínum – og tað verður við vissu ikki ein keðilig løta!

Atgongumerki til Innrásina kunnu keypast í forsølu á heimasíðuniatgongumerki.fo