Formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnum, Anfinnur Garðalíð, ringdi fyri løtu síðani til Norðlýsið og boðaði frá, at hann persónliga hevði verið í samband við avvarandi hjá føroyingunum umborð á Polar Nanoq, og so vítt hann var kunnaður, so var ikki brúk fyri kreppuhjálp. “Vit hava samband við teir umborð fleiri ferðir um dagin, so vit hava ikki samskiftitrupulleikar”, – nakað soleiðis hevur Anfinnur Garðalíð fingið at vita frá avvarðandi at teimum umborð.
Fyrr í dag, fingu vit, sum sæst aðrastaðni onnur boð.




