Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

128 flogbóltslið til Klaksvíkar at kappast

Oliver Joensen

Mjølnir skipar hetta vikuskifti fyri árligu Mjølnirkappingini fyri yngri deildir, tað er Banknordik, ið stuðlar kappingini.

Kappingin fer fram í Badmintonhøllini og Kí-høllini og byrja verður longu fríggjakvøldið kl. 18, tá ið kvinnu- og mansunglingar spæla.

Allur leygardagurin verður eisini kappast, tá eru tað børn frá 12 – 16 ár, ið eiga dagin.

Sunnudagurin er til tey yngstu – flogbørnini. Tá verður byrja kl. 13.30 og kappingin endar uml. kl. 17.

Sum sagt, so er tað Banknordik, ið stuðlar kappingini, og í tí sambandinum kemur Vitus at vitja sunnudagin, hann kemur at geva børnunum okkurt leskandi aftaná tey hava spælt og mann hann ikki eisini koma uppá felagsmyndina, sum vanliga verður tikin aftaná flogbørnini hava spælt.

Allar dagarnar verður møguleiki hjá øllum at koma í hallirnar at hyggja eftir fittum og hugaligum børnum, ímeðan tey spæla flogbólt.