Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB/FC Suðuroy/Royn fingið tveir týðandi sáttmálar uppá pláss

Jákup Ósá

Nýggja felagsliðið hevur lættari við at gera sáttmálar við leikarar enn við ein høvuðsvenjara.

Tað hevur ikki verið nøkur løtt byrjan hjá nýggja felagsliðnum úr Suðuroynni, tá tað kemur til at seta ein høvuðsvenjara. Nær við og næstan hevur tað verið, tá samráðingar fleiri ferðir eru komnar langt við útlendskar venjarar. Men hóast eingin venjari er settur, so eru nógvir sáttmálar hjá leikarunum komnir uppá pláss. Teir seinastu eru fyrrverandi U21 landsliðsleikararnir Rógvi Joensen og Poul Ingason. Serliga Rógvi hevur okkurt árið verið millum teir mest eyðsýndu í Effodeildini, men í fjør var hann nógv skaddur. 
Mynd: TB