Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka: Tryggingarfelagið Føroyar og Betri Pensjón

Orð og myndir: Dávur Winther

Í sambandi við at Tryggingarfelagið Føroyar og Betri Pensjón nú eru flutt inn í nýggj høli á Bøgøtu 1, varð boðið til almennu móttøkuna í dag millum kl. 15.00 og 17.00

Petur Elias Petersen, dagligur leiðari fyri privatkundatænastuna hjá Tryggingarfelagnum Føroyar segði nøkur orð og beyð øllum vælkomnum – og vónaði hann, at verandi og komandi viðskiftafólk hjá samtakinum, komu at kenna seg væl.

Hans Andrias Jacobsen sang og spældi nøkur løg, meðan Kaffihúsið Fríða borðreiddi við leskiligum mati og drikkjuvørum.

Eitt nýtt kapittul hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Klaksvík, sum í nógv ár hevur hildið til í Kirkjubrekkuni, men nú í Bøgøtu 1 í snotiligum hølum.