Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlendskir næmingar standa saman móti plasti á sjónum

Norden i Skolen

Í 2050 verður meira plast enn fiskar í havinum, um vit ikki gera nakað við trupulleikan. Tíbetur er tað lætt at gera ein stóran mun – og fleiri hundrað norðurlendskir næmingur eru longu ígongd. Tey luttaka nevniliga í stóra átakinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið eitur Norðurlendska Plastkappingin og gongur fyri seg á www.nordeniskolen.org.

Í 2050 verður meira plast enn fiskar í havinum, um vit ikki gera nakað við trupulleikan. Tíbetur er tað lætt at gera ein stóran mun – og fleiri hundrað norðurlendskir næmingur eru longu ígongd. Tey luttaka nevniliga í stóra átakinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið eitur Norðurlendska Plastkappingin og gongur fyri seg á www.nordeniskolen.org.

— Mynd: 5.-7. flokkur, Tálknafjarðarskóli, Ísland

Vilt tú vera við til at gera nakað við plastdálkingina í náttúruni og á sjónum? Norden i Skolen gevur tær ein gyltan møguleika. Norðurlendska Plastkappingin gongur heilt einfalt út uppá at senda flokkin út í náttúruna. Upp á 15 minuttir skulu næmingarnir savna so nógv plast sum yvirhøvur gjørligt, og taka tað við heim aftur á skúlan. Her verður plastveiðan avmyndað, og myndirnar lagdar upp á www.nordeniskolen.org.

Flokkurin kappast nú móti øðrum flokkum í Norðurlondum um 5000 DKK til flokskassan. Á www.nordeniskolen.org finnur tú viðkomandi greinir við spennandi uppgávum til eina undirvísingarætlan um plast í sjónum – eitt nú um mikroplast í sjónum og um hvussu vit minka um burturkast í náttúruni. Her finnur tú eisini filmar um evnið, eins og síðan støðugt verður dagførd við nýggjum viðkomandi tilfari.

Avbjóðingarnar við plasti í náttúruni og á sjónum er eitt evni, sum alsamt er meira í fokus, ikki bert í Norðurlondum, men kring allan heim. Í eini frágreiðing frá 2016 kunnger ST, at “burturkast úr plasti á sjónum er ein felags stúran fyri mannaættina”. Kring Norðurlond eru fleiri átøk sett í verk fyri at minka um plast í náttúru og á sjónum.

Eitt nú í Tromsø kommunu í Noregi, har strandaruddingarfelagsskapurin Ren Kyst arbeiðir fyri eini reinari náttúru. Tú og næmingar tínir kunnu fáa íblástur í filminum hjá Ren Kyst í Tromsø, sum við vøkrum myndum frá Tromsø kommunu sendir ein sterkan boðskap um, at tað er lætt at gera ein mun fyri náttúruna. Síggið filmin og takið lut í Norðurlendsku Plastkappingini fram til 23. mars 2017 kl. 12.00.

Sí filmin hjá norsku strandaruddingarverkætlanini Ren Kyst í Tromsø her (á norskum)