So verða eyðkendu gulu Team Rynkeby-súkklurnar aftur at síggja á vegunum kring landið.
Tíðindaskriv frá Team Rynkeby Føroyar 2017: So verða eyðkendu gulu Team Rynkeby-súkklurnar aftur at síggja á vegunum kring landið.
– Nú vit eru komin inn í 2017, fara venjingarnar av álvara at byrja, boðar Team Rynkeby frá.
– Vit fara fyrsta túrin í dag frá kl. 12-16 (t.e. í hesi stund). Súkklað verður frá Svimjihøllini í Gundadali, norður til Hósvíkar og suður aftur til Havnar.
– Vit í Team Rynkeby vilja gera alt tað, sum vit kunnu fyri at verða sjónlig og trygg á vegunum.
Vit vóna, at vit við at siga frá á hendan hátt, kunnu fáa allar bilførarar at vísa okkum súkklarum størsta varsemi, siga tey úr Team Rynkeby at enda.




