Fleiri útróðrarbátar seldu veiðuna í morgun.
Kunoyarnes fekk 5000 pund og Skýlisklettur og Bjørgvin fingu eisini væl av fiski.
Hesir eru smærri bátar, og tí fáa teir ikki roynt á sama hátt sum størru útróðrarbátarnir. Vanliga hava teir eisini væl minni av línu við enn hinir størru bátarnir. Í góða veðrinum í nátt vóru teir úti og m.a. fekk Kunoyarnes 5000 pund. Annars vóru Bragd og Kallanes teir, ið fingu mest í dag. Báðir lógu um 7000 pund.
Kunoyarnes 5000 pund
Kallanes 7000 pund
Skýlisklettur 2500 pund
Bjørgvin 3000 pund
Norðsøki 6500 pund
Bragd 7000 pund
Líðhamar og Brandur vera helst so mikið seinir aftur, at teir selja í morgin. Vt hava enn einki frætt um fiskiskapin hjá teimum.




