Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ógreitt hvar Bárður Olsen spælir

Jákup Ósá

EB/Streymur hevur víst áhuga fyri at fáa miðvallarleikaran aftur til barndómsfelagið.

EB/Streymur hevur víst áhuga fyri at fáa hann aftur til barndómsfelagið.

Bárður Olsen spældi við AB í 2016. Har hevur hann spælt síðani 2013, tá hann spældi við HB og frammanundan tí var hann eisini eitt skiftið í B36. Men flestu dystirnar hevur hann umboðað barndómsfelagið EB/Streym og tað var sum skilst eisini uppá tal, at hann fór at venda aftur til EB/Streym í ár. Men tær samráðingarnar bóru ikki á mál og tí er ógreitt, hvar Bárður spælir í ár.

– Støðan er tann, at einki nóg áhugavert tilboð fyriliggur í løtuni, og tí havi eg sjálvur bjóðað meg fram hjá næstbesta liðnum hjá B36. Eg eri í hampiligum formi, og eg ætli mær ikki at gevast sum fótbóltsspælari enn. Fram til at vindeygað letur aftur, so eri eg opin fyri øllum, men kemur einki áhugavert tilboð, so flyti eg leikaraloyvið til B36 sum áhugaleikari, sigur Bárður Olsen í stuttari viðmerking við Norðlýsið um sína framtíð.

Bárður vandi við HB áðrenn jól, men seinastu tíðina hevur hann hildið seg í venjing á næstbesta liðnum hjá B36. Tí er enn óvist, hvar miðvallarleikarin, sum í 2008 og 2013 vann FM, spælir í ár.

Harleyfacadeacryl