Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugabólkurin fyri eldri í Klaksvík takkar

Oliver Joensen

Í samband við neyhjálpuna til neyðstødd úti í heimi, sum Absalon Matras stendur fyri, skiðar Áhugabólkurin fyri eldri í Klaksvík fyri, at senda heit klútateppi við bussinum hjá Absalon.

Tað eru kvinnur kring alt landið, ið binda puntar til klútateppini. Hvønn týsdag sita so limur í Áhugabólkinum í Smæruni og seyma puntar saman til klútateppi.

Nú Absalon Matras stendur fyri at fara ein túr til Rumenia skamt við Ungarska markið, har neyðin er sera stór og veturin rakar við 18 til 20 kuldastigu, sendir Áhugabólkurin 25 klútateppi við.

Stórt arbeiði er í slíkum teppum, hvørt teppi er samanseymað av 88 puntum, so tað er ikki smávegis arbeiði, sum kvinnur kring landið hava lagt í hetta.

Við hesum vil Áhugabólkurin fyri Eldri í Klaksvík takka hjartaliga. Vit eru ótrúliga takksom fyri hesa hjálp, sigur Kala Lómaklett fyri Áhugabólkin.