Soleiðis sá luftin yvir Evropa og havleiðunum til Grønlands út klokkan 15 føroyska tíð. Í ovasta høgra horni sæst snyrlaskapað skýskipan – tað er lágtrýstið, sum stendur fyri vindinum í dag. Hetta sama lágtýst fer at standa fyri veðrinum líka til leygardagin ella sunnudagin.
Lágtrýstið fer tó ikki at standa í sama stað so leingi, men fer at flyta seg ímóti Føroyum, meðan tað spakuliga grynnist, og megin fer úr tí.
Tað er næstan bert um okkara leiðir, at tað er nakað av vindi. Hetta er miðskeiðis ímillum hátrýstið yvir Evropa og lágtrýstið yvir Irmingarhavi – ikki óvanligt at síggja.
Miðalvindurin hevur ligið um 20 m/s í dag úr útsynningi-suðuri. Tað er skrið. Men hvirlurnar hava verið upp í storm og eitt sindur meiri enn tað.
Restin av degnum í dag verður vindurin tann sami, men longri fer at verða ímillum ælingarnar, sum tað líðir út á seinnapartin og kvøldið.
Í nátt verður sama vindferð og turt, meðan ættin sníkir seg beint eystur um sunnan. Seinnapartin í morgin fer vindurin at minka. Á midnátt er ferðin komin niður í 10 til 15 m/s.
Bæði í dag og í morgin er talan um luft, sum kemur av leiðunum í miðjum Norðuratlantshavi. Hon er slavin og lýggj. Hitin liggur um 10 til 12 stig.




