Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karin Elspudóttur tók ímóti íslendsku forsetahjúnunum

Helgi Abrahamsen

Á myndini sæst Karin Elsbudóttir við íslendska heiðursmerkinum á føroyska tjóðbúnanum taka ímóti íslendsku forsetahjúnunum til móttøkuna á Norðurbryggjuni í gjárkvøldið.

Fyrr í vikuni skrivaðu vit um Karina Elspudóttur, stjóra á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, sum í sambandi við íslendsku forsetavitjanina varð heiðrað við heiðursmerkinum ”Heiðurspeningur Forseta Íslands”. Henda heiðurin fekk hon sum viðurkenning fyri tað dygdararbeiði, sum hon í nógv ár hevur útint á Norðurbryggjuni millum annað fyri at fremja íslendska mentan og list í Keypmannahavn.

Í gjárkvøldið var Norðurbryggjan karmur um stórfingna veitslu, har forsetin var vertur fyri móttøku fyri innbodnum gestum úr bæði Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Heiðursgestir vóru Margreta drotning og Heindrikur prinsur, og kongshúsið var væl umboðað við krúnprinsaparinum, Joakim prinsi og Marie prinsessu umframt Benedikte prinsessu. Eisini vóru hægstu umboð fyri stjórnirnar í Danmark og Grønlandi til staðar saman við navnframum listafólkum og øðrum.

Á myndini sæst Karin Elsbudóttir við íslendska heiðursmerkinum á føroyska tjóðbúnanum taka ímóti íslendsku forsetahjúnunum til móttøkuna á Norðurbryggjuni í gjárkvøldið.

Karin Elsbudóttir hevur starvast á Norðurbryggjuni síðani 2000. Frá 2004 til 2011 sum mentanarstjóri og varastjóri og síðani 2011 sum stjóri.