Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Runavíkar kommuna yvirtekur Fólkafundin

Helgi Abrahamsen

”Vit hava samtykt at keypa Fólkafundin fyri 17.500 krónur, men annars eru vit ikki komin so langt við málinum, at eg kann úttala meg um tað,” sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Runavíkar býráð samtykt á fundi í gjár at keypa Fólkafundin.

Vit hava samtykt at keypa Fólkafundin fyri 17.500 krónur, men annars eru vit ikki komin so langt við málinum, at eg kann úttala meg um tað,”  sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.  Hann sigur, at ein møguleiki er, at kommunan fær blást meira lív í  árligu  mentanarvikuna  í kommununi við at  gera Fólkafundin til part av  henni.

Fólkafundurin er ein demokratiskur festivalur, sum byrjaði í 2012 og hevur verið hildin á hvørjum ári síðani, men  í 2016 varð  hann avlýstur vegna ov lítla undirtøku.

Hugskotið við Fólkafundinum  var, at hann skuldi savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað til tveir gevandi dagar. Á henda hátt  skuldi bera til at stytta um frástøðuna millum ymsu  partarnar  í fólkaræðinum.

Undirtøkan fyri  Fólkafundinum  vaks fyrstu  árini, og okkurt  árið vóru 40 ymiskir básar á Fólkafundinum,  og fleiri enn 2000 fólk vitjaðu. Men  í 2015 minkaði undirtøkan og í fjør varð festivalurin avlýstur.

Fólkafundurin hevur veri hildin í Hoyvík, Runavík, Klaksvík og í Havn.  Tórbjørn Jacobsen sigur, at nú Runavíkar kommuna hevur keypt Fólkafundin kann roknast við,  at hann altíð verður  hildin innanfyri kommunumarkið.