”Vit kunnu endurnýta minst tríggjar ferðir so nógv av ruski sum vit gera í dag.” Tað sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF.
”Vit kunnu endurnýta minst tríggjar ferðir so nógv av ruski sum vit gera í dag.” Tað sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF. IRF hevur í nógv ár vant fólk at skilja ruskið, men skiljingin hevur onkuntíð gingið betur enn hon ger nú.
”Í fyrstuni tá ið vit byrjaðu við at endurnýta pappír og papp, vóru fólk røsk at skilja, men eg haldi, at seinastu tíðina eru fólk ikki eins røsk at lata í hvítan posa, sum tey hava verið,” sigur Adelbert Ellingsgaard, deildarleiðari í Endurnýtsluni hjá IRF. Hann vísir á, at í fjør fekk IRF 171 tons minni av pappíri og pappi, enn tey fingu í 2015.
”Tað er heilt greitt, at munandi meira kundi farið til endurnýtslu. Eg vil meta, at vit eiga at fáa minst tríggjar ferðir so nógv pappír og papp inn at senda víðari til endurnýtslu,” sigur Aslaug Gisladóttir.
”Pappír kann jú endurnýtast umleið 7 til 10 ferðir, og tí er tað upplagt at endurnýta. Alt reint pappír kann latast í hvítan posa, t.d. tannkremeskja, avísir, kornflekspakki, pappeskjur, makulerað pappír og nógv annað. Eg vil tí mæla fólki til, at vera dugnalig at skilja ruskið, og lata alt, sum kann, fara í hvítan posa,” sigur hon.
Umframt at vera betur fyri umhvørvið, so er tað fyri fyritøkur og stovnar ein fíggjarligur fyrimunur at skilja burturkastið. Tað kostar 216 krónur fyri rúmmeturin, um ruskið er óskilt, og 85 krónur fyri rúmmeturin fyri pappír og papp. Um Pappír og papp verða skyld sundur er kostnaðurin einans 40 krónur fyri rúmmeturin.
Á Endurýtsluni hjá IRF arbeiða fýra fólk við at skilja pappír og papp. Hetta er umframt ruskinnsavnararnar. Alt verður trýst saman og sent til Hollands og aðrastaðni, har tað verður endurnýtt. IRF fær eitt sindur av pengum fyri tað ið verður sent uttanlands, soleiðis at tað rindar útreiðslurnar til flutning og handfaringina.




