Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

12 venjarar hjá KÍ á venjara ráðstevnu í Svøríki

Jákup Ósá

Hetta vikuskiftið hevur KÍ havt 12 venjarar í Svøríki á venjara ráðstevnu.

Ráðstevnan var í Gøteborg, har sera góðar umstøður eru til ítrótt. Størsta multisportarena í Norðurlondum er har, og tað var har, at ráðstevnan var hildin. Ein av venjarunum, sum KÍ hevði á ráðstevnuni, var høvuðsvenjarin Mikkjal K. Thomassen.

– Hetta hevur verið eitt mennandi vikuskiftið fyri teir 12 venjararnar, sum KÍ sendi avstað. Hetta er ein venjara fótbóltsráðstevna, har allir partar av spælinum vera umrøddir. Vit deildu okkum upp, so at vit fingu dekkað nærum allar partar av tí, ið var á skránni innan ymisku økini hjá einum felagi. Fyriskipararnir hildu tað vera imponerandi, at eitt felag sum KÍ kundi møta við 12 venjarum og av tí sama fingu vit kanska eyka góðar sømdir hesar dagarnar, har skráin var full frá morgni til kvøld. Í morgun fingu vit eyka fyrilestur um, hvussu IFK Gøteborg arbeiðir innan menning av ungdómsleikarum. Men vit fingu eisini løtur at taka okkum av løttum og innanhýsis tosa saman og seta tingini í samband við KÍ, har ein slík ráðstevna vónandi gevur góðan íblástur hjá venjarunum til at menna felagið, sigur ein sera væl nøgdur Mikkjal K. Thomassen úr Svøríki.

Á myndini eru teir 12 venjararnir hjá KÍ, sum luttóku á ráðstevnuni í Svøríki.

Les meir um ráðstevnuna HER

Les meir um stóru multisportarena HER