Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórshavnar Filmsfestivalur eitur TÓFF

Danial Viðoy

TÓFF er nýggjur føroyskur filmsfestivalur, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommunu.

Tíðindaskriv: TÓFF er nýggjur føroyskur filmsfestivalur, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommunu.

Fyrsti TÓFF-filmsfestivalurin verður 11. – 19. februar 2017.

Í samfullar 9 dagar verður sjóneykan sett á føroyskar og altjóða filmar av góðari góðsku til allar aldursbólkar.

Meiri enn 40 filmar eru á skránni á fyrsta TÓFF-filmsfestivalinum, tríggir útlendskir filmsleikstjórar vitja, fyrilestrar verða um norðurlendskan film, serlig tiltøk verða fyri børn umframt nógv annað.

Viðfest er fulla skráin fyri TÓFF umframt umrøður av úrvaldum tiltøkum:

Harleywoodpaint