Vikuskiftið 3.-5. februar er talvkappingin Kjølur Open á skránni
Kappingin er partur av Grand Prixnum hjá Talvsambandi Føroya og liður í venjingunum til Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri ungdóm, sum verður hesaferð verður í Norra seinni í februar mánaða. Av tí sama koma flest allir unglingarnir ið skulu luttaka í NM, at vera við í kappingini.
Fyri Klaksvíkar Talvfelag er tað gleðiligt, at Janus Skaale aftur í ár umboðar Føroyar í skúlatelving. Hann hevur luttikið í venjingum, sum Talvsamband Føroya hevur skipað fyri. og fyri og NM-hópin er kappingin Kjølur Open góð venjing til NM.
Kappingin verður telvað í “Snjallabjalla”, sum dagligani hýsir skapandi og mennandi virksemi eftir skúlatíð.
Kappingin byrjar fríggjadagin 3. februar, kl. 19.00, tá 3 umfør verða telvað við styttri umhugsunartíð. Leygar- og sunnudagin eru 2 umfør um dagin, og byrjað verður kl. 10.00 og 15.00 leygardagin, og kl. 12.30 og 16.30 sunnudagin. Umhugsunartíðin seinnu dagarnar verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.
Tilmeldingarfreistin til kappingina er hóskvøldið 2. februar kl. 20.00. Tilmelding fer fram á tma@kallnet.fo ella tlf. 295054.
Við talvkvøðu,
Klaksvíkar Talvfelag




