Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðvør Klakstein til Spania at spæla

Jákup Ósá

Eyðvør Klakstein verður aftur í ár at síggja í sponskum fótbólti.

Eyðvør Klakstein verður aftur í ár at síggja í sponskum fótbólti.

Tað er spanska felagið Mislata, sum í morgun kunnger, at felagið hevur fingið nýggjan leikara úr KÍ. Mislata liggur í løtuni á 7. plássi av 14 liðum í bólki 7 av 7 bólkum, sum samlað sæð er næstbesta deildin í Spania. Í fjør spældi Eyðvør eisini í Spania, tá hon var millum mest eyðsýndu leikararnar hjá CD Marino. Tey sannførandi avrikini hava helst gjørt sítt til, at boð nú aftur vóru úr Spania.