Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mamuka var munurin

Jákup Ósá

Spanióli í B68 hópinum, sum tapti tepurt á Skála í gjárkvøldið.

Í gjárkvøldið var venjingardystur á Skála millum Skála og B68. 

B68 hevur fingið javnleik móti bæði EB/Streymi og ÍF, men nú kom fyrsta tapið hjá toftamonnum. Skála vann 2-1 á heimavølli. Nýggi leikarin hjá Skála, Mamuka Toronjadze, var stóri leikarin og skoraði bæði málini hjá heimaliðnum, sum kom á odda 2-0 áðrenn B68 fekk minkað um munin. Óli H. Olsen skoraði málið hjá B68. Hjá B68 var spanski miðverjin, Pedro T. Anton, millum eykaleikararnar. Hann spældi við B68 í fjør.

Skála byrjaði við hesum liðnum(4-2-3-1): Andras Gango – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Valerian Iobashvili, Andras Frederiksberg – Pætur D. Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Mamuka Toronjadze, Michal Przbylski, Jákup Johansen – Brian Jacobsen. Seinni komu eisini hesir inn: Steffan Gaard, Aksel Jacobsen, Arnold Berg, Leivur Joensen, Edvin Jacobsen, Jan Hansen, Jákup Joensen, Andreas Jacobsen og Kristian martin Jacobsen á vøllin.

B68 byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ari Johannesen, Jógvan I. Hansen – Jann Ingi Petersen, Andrias Edmundsson, Leivur Højgaard, Svein Justinussen, Jóhannus Hansen – Búi í Hjøllum. Seinni komu eisini hesir inn: Heini Kristiansen, Pedro T. Anton, Helgi Johannesen, Aleksandur Ó. Jensen, Bárður Ó. Jensen, Magni Høgnesen, Emil Ronaldsson, Martin Olsen og Óli H. Olsen.

Harleywoodpaint